Enn fleiri byggisamtyktir á kortalinum

06-05-2024

Nú síggjast eisini byggisamtyktir fyri Skálavíkar-, Sjóvar og Sørvágs kommunu á kortalinum.
Hetta merkir, at nú síggjast byggisamtyktir fyri hesar kommunur á kortalinum:

  • Fugloyar kommuna
  • Hvalbiar kommuna
  • Klaksvíkar kommuna
  • Skálavíkar kommuna
  • Sjóvar kommuna
  • Sørvágs kommuna
  • Tórshavnar kommuna

Fleiri kommunur fara at leggjast afturat í næstum.

 

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður