Myndakort

Tá ið myndakort (ortofoto) verða gjørd, er tað ein samanseting av fleiri myndum. Myndirnar verða tiknar, soleiðis at tær umskerast (yvirlappa), so at sama punktið er á fleiri ymsum myndum. Á tann hátt ber til at fáa myndakort, har tú sært beint niður á øll punkt, og har ein metur í niðara vinstra horni svarar til ein metur í ovara høgra horni.
Tey støð, har hæddarmunurin er stórur, t.d. rundan um bygningar, fjallasíður o.t., eru eisini tey støð, har flestu skeivleikar kunnu vera.
Myndakortini eru bólkað eftir upploysn, eisini kallað GSD (ground sample distance), sum sigur, hvussu nógvir centimetrar eru ímillum miðpunktið á hvørjum pixel.

Yvirskipað eru myndakortini býtt í "fjarmyndir" og "nærmyndir"

Fjarmyndir verða sum oftast tiknar við flogfari, sum flýgur í uml. 6km hædd, og tí er upploysnin á endaligu myndakortunum uml. 20-50cm. Miðjað verður altíð eftir, at fjarmyndir skulu vera landsdekkandi, men hetta eydnast tó ikki altíð, serliga orsakað av veðurviðurskiftum.

Nærmyndir verða í dag tiknar við dronu, men fyrr vórðu tær tiknar við flogfari, sum fleyg í 1-2km hædd. Upploysnin á nærmyndunum er ímillum 5-15cm. Nærmyndirnar eru ikki landsdekkandi, men eru sum oftast einans tiknar av bygdum økjum.

Niðanfyri eru leinkjur til síður, har tú kanst heinta fjar- ella nærmyndir.
Vit mæla til, at myndir verða heintaðar á teldum og ikki á snildfonum ella teldlum.

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður