Topografisk kort

Topografisk kort eru kort, sum lýsa tað, sum er oman á jørðini. Kortið í 1:20.000 inniheldur náttúrusløg so sum vøtn, áir, bø, mýrulendi og menniskjaskaptar lutir so sum vegir, bygningar, bygt øki og grótbrot. Haraftrat inniheldur kortið hæddarupplýsingar, vanliga hæddarstrikur og hæddarpunkt. Staðarnøvn eru eisini ein týdningarmikil partur av topografiska kortinum. Kortið í 1:1.000.000 inniheldur einans oyggjar.

Topografiska kortið er tað kortið, ið vit kenna best frá prentaðum eintøkum. Talvan niðanfyri visir sambandið millum lutfall, longdina av Føroyum og pappírsstødd.

LutfallLongd (cm)Pappírs
stødd
1:1.000.00012A6
1:600.00020A5
1:500.00024A4
1:300.00040A3
1:200.00060A2
1:150.00080A1
1:100.000120A0
1:20.000600

Niðanfyri kanst tú velja ímillum ymsar útgávur og støddir av topografiska kortinum.

Føroyakort 1:1.000.000 (2023)
Føroyakort 1:1.000.000 (2023)

Trý kort við ymiskum innihaldi eru av topografiska kortinum (F1000 2023), sum eru egnað at vera prentað í A6 og A5 stødd. Kortini eru vælegnað at brúka í bókum sum yvirlitskort.

  • Lutfall: 1:1.000.000
  • Pappírstødd: A6 og A5
  • Fílusnið: JPG

Dagføringartíttleiki:

Verður sjáldan dagført

Innihald:

  • Oyggjar uttan tekst
  • Oyggjar og oyggjanøvn
  • Oyggjar, oyggjanøvn og ávísir býir/bygdir
Føroyakort 1:500.000 (2023)
Føroyakort 1:500.000 (2023)
Navn
Dagført
Stødd

Topografiska kortið (F500 2023) er eitt einfalt føroyakort sum er egnað at vera prentað í A4 og A3 stødd.

  • Lutfall: 1:500.000
  • Pappírstødd: A4 og A3
  • Fílusnið: JPG og PDF

Dagføringartíttleiki:
Verður sjáldan dagført

Innihald:

  • Býir og bygdir
  • Bygdanøvn
  • Landsvegir og skipaleiðir
Føroyakort 1:100.000 (2022)
Føroyakort 1:100.000 (2022)

Topografiskt kort frá 2022

  • Lutfall 1:100.000
  • Kortstødd 120 x 80 cm
  • Pappírstødd 130 x 91 cm
  • Snið: JPG ella PDF

Dagføringartíttleiki:

Verður sjáldan dagført

Innihald:

  • Býir og bygdir
  • Vegir, vøtn, áir og lendissløg
  • 1700 staðarnøvn
  • 50 metur hæddarstrikur
Føroyakort 1:100.000 (2021)
Føroyakort 1:100.000 (2021)
Navn
Dagført
Stødd

Kortið varð upprunaliga útgivið av Føroya Dátusavni og Námi í 2014. Henda útgáva er tó dagførd av Umhvørvisstovuni fram til 2021. Kortið verður ikki dagført longur.

  • Lutfall: 1:100.000
  • Kortstødd: 120 x 80 cm
  • Fílusnið: PDF

Dagføringartíttleiki:

Verður ikki dagført

Innihald:

  • Býir og bygdir
  • Vegir, vøtn og áir
  • 1700 staðarnøvn
  • Kommunumark
Føroyakort 1:20.000 útgáva 4.0 (2017)
Føroyakort 1:20.000 útgáva 4.0 (2017)

Topografiska kortið (útg. 4.0) er gjørt eftir myndakorti framleitt úr fylgisveinamyndum frá tíðarskeiðinum 2013 - 2015. Fylgisveinamyndin sæst her, bæði við vanligum litum og infrareyð.

Tvær fílur við sama innihaldi kunnu takast niður:

  • JPG: Eitt samansett kort sum fevnir um alt landið
  • ZIP: 117 fílur í geotif sniði har hvørt kort er 10 x 10 km

Dagføringartíttleiki:

Verður ikki dagført

Innihald:

  • Topografiska kortið (útg. 4.0) í myndaformatinum jpg og geotif
  • Yvir 12.000 staðarnøvn
Føroyakort 1:20.000 útgáva 3 (1990)
Føroyakort 1:20.000 útgáva 3 (1990)
Navn
Dagført
Stødd

Kortfílan er í zip sniði og inniheldur kort í trimum støddum:

  • 1: 20.000   38 kort  (1987-1998)
  • 1:100.000    1 kort  (2013)
  • 1:500.000    1 kort

Kortini síggjast her

Dagføringartíttleiki:

  • Verða ikki dagførd

Innihald:

  • Topografisk kort (UTM29/WGS84) í myndaformatinum tiff
Søgulig føroyakort
Søgulig føroyakort

Her finnast øll tey søguligu kortini av Føroyum frá 1895 til 2013. Talan er um yvir 600 topografisk kort.

Leinkja til søgulig føroyakort

Innihald:

  • 1:1.000.000 - 5 kort
  • 1:100.000 - 60 kort
  • 1:200.000 - 19 kort
  • 1:500.000 - 1 kort
  • 1:20.000 1. útg. - 77 kort
  • 1:20.000 2. útg. - 132 kort
  • 1:20.000 3. útg. - 89 kort

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður