Um adressur
Umhvørvisstovan umsitur landsadressuskránna í samstarvi við kommunurnar. Skráin inniheldur allar alment galdandi adressur.
Strikukort (vektorkort) kunnu heintast antin sum DWG ella sum FGDB.
QGIS er eitt ókeypis open source GIS forrit. Kort í FGDB formati innihalda ikki bara sjálva tekningina, men eisini fleiri ymsar upplýsingar um hvønn lut.
Strikukortini eru í FOTM krosskipanini, og tú kanst heinta tey beinleiðis frá einum av talvunum niðanfyri.

Um adressur
Umhvørvisstovan umsitur landsadressuskránna í samstarvi við kommunurnar. Skráin inniheldur allar alment galdandi adressur.
Dagføringartíttleiki:
Áhaldandi
Innihald:

Um bygdir
Eitt punkt er sett fyri hvørja bygd. Punktini eru sett umleið mitt í bygdini og innihalda navn á býi/bygd, postnr. og oyggj.
Dagføringartíttleiki:
Støðugt, tó sjáldan
Innihald:

Um bygningar
Bygningar verða dagførdir javnan, og flestu teirra eru uppmáldir ella teknaðir fotogrammetriskt útfrá flogmyndum. Einstakir bygningar eru skitseraðir útfrá projekttekningum ella fráboðanum.
Allir bygningar verða dagførdir, tá nýggj myndakort eru tøk, ella tá nýggir bygningar verða máldir inn.
Ein bygningur inniheldur m.a. byggiár, vídd og endamál.
Dagføringartíttleiki:
Mánaðarliga
Innihald:

Um fyrisitingarlig kort
Fyrisitingarlig kort broytast ikki ofta Umhvørvisstovan dagførir hesi kort eftir tørvi og útfrá egnum dátum.
Dagføringartíttleiki:
Støðugt, tó sjáldan
Innihald:

Um lendiskort
Lendiskortið er ein lættari útgáva av topografiska kortinum og hóskar væl sum bakgrundskort saman við øðrum dátum.
Dagføringartíttleiki:
Javnan – serliga bygningar og vegir
Innihald:

Um matrikulkort
Matrikulkortið inniheldur matriklar og upplýsingar um matriklar.
DWG fílurnar eru talmerktar eftir markatalsbygdum, sum síggjast í PDF skjalinum her.
Matrikulkortið er einans eitt yvirlitskort. Fyri at fáa neyvar upplýsningar um mark, er neyðugt at seta seg í samband við Matrikuldeildina á us@us.fo ella tlf. 342400
Dagføringartíttleiki:
Dagliga
Innihald:

Um siglingaravmarkingar
Sambært kunngerð eru siglingaravmarkingar á ymiskum leiðum kring Føroyar.
Dagføringartíttleiki:
Sjáldan, tó tá broytingar eru
Innihald:

Um staðarnøvn
Staðarnøvn innihalda upplýsingar um staðarnøvn í Føroyum.
Staðarnøvnini eru sett í samstarvi millum fleiri føroyskar og danskar stovnar.
Dagføringartíttleiki:
Sjáldan
Innihald:

Um 2m hæddarkurvar
Hæddarkurvarnar eru gjørdar úr flogmyndum, frá 2009. Miðalfeilurin á kurvunum er mettur at vera 0.7m, men í bygdum økjum kann hesin vera størri - serliga í tætt bygdum økjum.
Fyri at minka um fílustøddina, eru fílurnar býttar í oyggjar.
GG: Av tí at tað ikki eydnaðist at fáa myndir av Fugloy, Svínoy og Viðoy í 2009, eru heldur ongar 2m kurvar fyri hesar oyggjar. Víst verður til hæddarmodel (DSM 2017).
Dagføringartíttleiki:
Sjáldan
Innihald:
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.