Bygningstema

21-02-2023

Sum nakað nýtt, er komið eitt sjálvstøðugt lag við bygningum í laglistanum á Kortal.

Hetta ger tað møguligt at samanseta eitt nú myndakort og bygningar, sum víst á myndini.

Eisini ber til at velja ein bygning og síggja upplýsingar so sum byggiár, bygningsslag, høvuðsendamál og annað.

Litirnir á bygningunum siga um høvuðsendamálið er býli, virksemi ella annað.

Hóast talan er um somu bygningar, sum eru í kortunum, verður hetta bygningslagið dagført hvørja nátt, meðan kortini (topografiska- og lendiskortið) verða dagførd við millumbilum.

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður