
Umhvørvisstovan hevur dagført Kortalin.
Nú ber til at síggja fleiri eldri myndakort á Kortalinum. Talan um myndakort frá árunum 1958, 2009, 2015 og øll árini frá 2017 til 2024. Harumframt ber eisini til at síggja landsumfatandi fylgissveinamyndir í høgari upploysn fyri tíðarskeiðið 2022-2024. Myndakortini finnast í Laglistanum.

Her sæst laglistin, har myndakort av Klaksvík frá 2015 er valt.
Laglistin er nú bólkaður í undirbólkar. T.d. eru løg sum fixpunkt, jarðhiti, el- og tele leiðingar kloakk, vatn og gøtuljós nú at finna undir bólkinum Tøkni.
Hendan útgávan byggir á nýggjari tøkni, samstundis sum trygdin eisini er hækkað. Funkurnar eru tær somu, hóast útsjóndin er broytt eitt sindur.
Ætlanin er framhaldandi at leggja nýggj løg og nýggjar møguleikar afturat – umframt at gera aðrar smærri tillagingar.
Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.
Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.