Myndakort á vári 2023

12-06-2023

Nýggj myndakort eru nú løgd á Kortalin. Kortini eru framleidd úr dronumyndum, sum eru tiknar á vári 2023. Talan er um hesi støð:

  • Hósvík
  • Áir
  • Langasandur
  • Haldórsvik
  • Tjørnuvík
  • Saksun
  • Gjógv
  • Funningur
  • Funningsfjørður
  • Elduvík
  • Selatrað
  • Tórshavn
  • Argir
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Sund
  • Syðradalur

Myndakortini av Tórshavnar kommunu hevur kommunan sjálv tikið, meðan Umhvørvisstovan tekur myndirnar og ger myndakort av restini av landinum. Meðan Tórshavnar kommuna avmyndar kommununa á hvørjum ári, leggur Umhvørvisstovan seg eftir at avmynda restina av býunum/bygdunum triðja hvørt ár.

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður