Pleiadesneo425px

Myndakort frá fylgisveini nú á Kortal

23-01-2023

Sum eina roynd, hevur Umhvørvisstovan nú lagt eina fylgisveinamynd av einum parti av landinum á kortal.fo. Myndin er tikin tann 1. juni 2022 og talan er um eitt øki, sum umfatar meginpartin av Suðurstreymi.

Tað eru 7 ár síðani, at fari var undir at brúka dronumyndir, í staðin fyri flogmyndir, av býum og bygdum. Fyrimunurin við at brúka dronir heldur enn flogfør var, at farast kundi undir flúgvingina beinanvegin tá veðrið var til vildar. Tá flogfør skuldu brúkast, kundi tað taka dagar áðrenn tey vóru tøk, og tá kundi veðrið lættliga broytast fleiri ferðir. Ein annar fyrimunurin við dronum er, at hóast skýggj, ber til at flúgva undir teimum.

Men tá farið verður uttanfyri bygd økir, eru víddirnar so stórar, at trupult er at brúka dronur. Nýggjastu myndirnar av óbygdum øki eru frá 2009, tá alt landið varð avmyndað við flogfari.

Nýggjasta tøkni eru háupploysiligar fylgisveinamyndir. Har flogmyndirnar frá 2009 høvdu eina upploysn upp á 40 cm, hava nýggju fylgisveinamyndirnar eina upploysn upp á 30 cm. Enn eru slíkar fylgisveinamyndir ikki tøkar fyri alt landið, men tá tær vera tað, helst einaferð í ár, er ætlanin eisini at leggja hesar á kortal.fo.

Fylgisveinamyndirnar stava frá fylgisveinunum Pleiades Neo, sum Airbus eigur. Talan er um í alt 4 fylgisveinar har tann fyrsti varð sendur í umferð 28. apríl 2021. Frástøðan frá jørðini er 620 km og geometriski neyvleikin liggur um 3½ metur.

Fyri at síggja fylgisveinamyndina á Kortal velur tú Lag listan. Niðast í listanum setir tú flugubein út fyri “Fylgisveinamynd 2022”.


Kortalurin er nú dagførdur  16-04-2026 Nýggjur dýpdarmyndil tøkur  31-03-2026 Dronumyndir 1. hálvár 2024  15-07-2024 Kringsýnismyndir á Kortal.fo  11-07-2024 Dýpdardátur kring Føroyar eru nú tøkar  04-07-2024 Enn fleiri byggisamtyktir á kortalinum  06-05-2024 Fyrisitingarlig kort  17-08-2023 Myndakort á sumri 2023  19-07-2023 Myndakort á vári 2023  12-06-2023 Føroyakort í alskyns støddum  14-03-2023 Bygningstema  21-02-2023 Fámjinstunnilin  02-02-2023 Myndakort frá fylgisveini nú á Kortal  23-01-2023 Nýggj myndakort á sumri og heysti 2022  31-10-2022 Leita eftir veganøvnum  22-09-2022 Myndakort frá 2022 av Tórshavnar kommunu  09-09-2022 Nýggj myndakort frá vári og sumri 2022  29-06-2022 Myndakort frá 1958 nú tøk á kortalinum  10-03-2022 Dagførd útgáva av topografiska kortinum  28-09-2021 Ferðsluhagtøl  08-06-2021 Hagagøtur  15-03-2021 Fornminni á Føroyakort  04-03-2021 Adressuhagtøl  05-01-2021 Dronumyndir frá 2020  22-09-2020 Foroyakort.fo á Facebook og Twitter  10-07-2020 Nýtt adressukort  20-05-2020 Nýggir hentleikar á kortinum  04-02-2020 Dronumyndir 2019  21-12-2019 Nýtt myndakort av Tórshavn  06-11-2019 Nú byrjar savningin av náttúruvitan  11-09-2019 Dronumyndir frá 2018  15-04-2019 Dronumyndir frá 2017  12-04-2019 Nýggjar fjarmyndir tiknar í 2016  11-04-2019 Dronumyndir frá 2015  10-04-2019 Nærmyndir frá 2009  09-04-2019 Fjarmyndir tiknar í 2009  08-04-2019

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður