Nýtt myndakort av Tórshavn

06-11-2019

Tórshavnar kommuna skrivar í dag soleiðis:

Nú ber til at síggja, hvussu rundkoyringin Smílið á Landavegnum, útbyggingin av Tórshavnar Havn, nýggi Musikkskúlin, kirkjugarðurin í Hoyvík og nógv annað sær út úr luftini. Tórshavnar kommuna hevur í ár avmyndað Tórshavn, Argir, Hoyvík, Hvítanes og Sund við dronu og framleitt myndakort av avmyndaðu økjunum. Umframt hetta vóru myndir eisini tiknar í óbygdum økjum, og tískil ber eisini til at síggja Rossagøtuna, viðarlundina í Havnardali, vindmyllurnar í Húsahaga í stórari upploysn – ja, betri upploysn enn nakrantíð áður. Fýra ár eru liðin, síðani Tórshavnar kommuna seinast varð avmyndað. Myndakortini eru at síggja á ymiskum kortum hjá Tórshavnar kommunu og eisini á føroyakortinum, sum fyrr æt Kortal. Áleið 30,000 myndir vórðu tiknar í tíðarskeiðinum frá juni – oktobur, men flestu myndirnar eru tiknar í juli og august.
Ætlanin er at gera nýggj myndakort av øllum bygdum í kommununi annaðhvørt ár. Aðrar bygdir í kommununi, sum ikki eru avmyndaðar í ár, hava enn myndakort frá 2017. Eftir ætlan verða nýggjar myndir tiknar av hesum økjunum longu næsta ár.

Umhvørvisstovan hevur gjørt avtalu við Tórshavnar kommunu um, at nýggju myndakortini kunnu síggjast á kort.foroyakort.fo. Um tú vilt taka nýggja myndakortið niður á egna teldu, mást tú seta teg í samband við Tórshavnar kommunu.


Kortalurin er nú dagførdur  16-04-2026 Nýggjur dýpdarmyndil tøkur  31-03-2026 Dronumyndir 1. hálvár 2024  15-07-2024 Kringsýnismyndir á Kortal.fo  11-07-2024 Dýpdardátur kring Føroyar eru nú tøkar  04-07-2024 Enn fleiri byggisamtyktir á kortalinum  06-05-2024 Fyrisitingarlig kort  17-08-2023 Myndakort á sumri 2023  19-07-2023 Myndakort á vári 2023  12-06-2023 Føroyakort í alskyns støddum  14-03-2023 Bygningstema  21-02-2023 Fámjinstunnilin  02-02-2023 Myndakort frá fylgisveini nú á Kortal  23-01-2023 Nýggj myndakort á sumri og heysti 2022  31-10-2022 Leita eftir veganøvnum  22-09-2022 Myndakort frá 2022 av Tórshavnar kommunu  09-09-2022 Nýggj myndakort frá vári og sumri 2022  29-06-2022 Myndakort frá 1958 nú tøk á kortalinum  10-03-2022 Dagførd útgáva av topografiska kortinum  28-09-2021 Ferðsluhagtøl  08-06-2021 Hagagøtur  15-03-2021 Fornminni á Føroyakort  04-03-2021 Adressuhagtøl  05-01-2021 Dronumyndir frá 2020  22-09-2020 Foroyakort.fo á Facebook og Twitter  10-07-2020 Nýtt adressukort  20-05-2020 Nýggir hentleikar á kortinum  04-02-2020 Dronumyndir 2019  21-12-2019 Nýtt myndakort av Tórshavn  06-11-2019 Nú byrjar savningin av náttúruvitan  11-09-2019 Dronumyndir frá 2018  15-04-2019 Dronumyndir frá 2017  12-04-2019 Nýggjar fjarmyndir tiknar í 2016  11-04-2019 Dronumyndir frá 2015  10-04-2019 Nærmyndir frá 2009  09-04-2019 Fjarmyndir tiknar í 2009  08-04-2019

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður