Brúksrættur og treytir

Gevið gætur, at ávísar lógarásettar treytir eru galdandi fyri nýtslu av kortdátunum á heimasíðuni www.foroyakort.fo.
Umhvørvisstovan hevur ræðisrættin til fríu kortdáturnar, og gevur við niðanfyristandandi treytum øllum brúksrætt til hesar dátur.
Við nýtslu av dátunum, verða treytirnar góðtiknar sambært ásetingum í lóg um upphavsrætt.

Brúksrættur

Umhvørvisstovan gevur øllum ókeypis og óavmarkaðan brúksrætt til dáturnar, sum m.a. frítt kunnu:

  • avritast, deilast, almannakunngerast
  • broytast og samansetast við øðrum dátum
  • nýtast bæði vinnuligt og ikki-vinnuligt

Treytir

Dáturnar mugu ikki nýtast á ein hátt, so tað kann tykjast, at myndugleikin góðtekur, stuðlar, viðmælir ella marknaðarførir brúkaran, framleiðslu ella tænastu hjá brúkaranum. Tryggjast skal, at nýtslan er í samsvari við lóggávuna og góðan keldutilvísingarsið.

Keldutilvísingar

Umhvørvisstovan handhevjar sín upphavsrætt. Tá dáturnar verða nýttar, skal brúkarin:

  1. á einum hóskandi staði í mun til útbreiðslumiðilin upplýsa fylgjandi:
    1. "Dátur frá Umhvørvisstovuni:"
    2. Nøvnini á dátusettunum, t.d. myndakort 2009
    3. Nær dátusettini vórðu heintað frá myndugleikanum, og/ella um talan er um eina vevtænastu.

      Dømi:
      Dátur frá Umhvørvisstovuni:
      Bygningar, juni 2019
      Myndakort 2009, juni 2019
      Matrikulkort, vevtænasta

  2. tryggja, at "Umhvørvisstovan" stendur á forsíðuni av tænastuni, um aðrar keldur eisini verða nevndar á forsíðuni
  3. gera eitt eintak av hesum treytum tøkt til triðjapartar, møguliga við leinkju til www.foroyakort.fo/bruksraettur-og-treytir/

Omanfyrinevndu treytir eru eisini galdandi, tá brúkarin gevur dátur frá myndugleikanum víðari til ein triðjapart.

Skíggjamyndir (screenshots)

Er talan um skíggjamyndir frá kort.foroyakort.fo ella kortal.fo, skulu hesar tilskilast soleiðis:

©Umhvørvisstovan: kort.foroyakort.fo

Rættindi og ábyrgd hjá myndugleikanum

Dátur verða gjørdar tøkar, júst sum tær eru, og Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av hvørki innihaldi, uppruna, villum, manglum ella møguligum skaðum, ið standast av nýtsluni av dátunum. Umhvørvisstovan veitir ikki vissu fyri, at dáturnar framhaldandi altíð fara at vera ókeypis. Umhvørvisstovan kann uttan varning broyta brúksrættin og treytirnar fyri brúki.

Umhvørvisstovan
Juni 2019

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður