Um føroyska dýpdarmyndilin

Føroyski dýpdarmyndilin, FODM50_2026, er ein talgildur havbotnsdýpdarmyndil, sum fevnir um tað føroyska fiskiveiði- og landgrunsumveldið. Myndilin er eitt dátunet við 50 metra loysni og er grundaður á eitt dátusavn við dýpdardátum frá fleiri ymiskum rannsóknum og søguligum keldum.

Myndilin var evnaður við at nýta eitt regluliga skipað net við 50 metra loysni og við at brúka rætta staðseting av útvaldum dýpdum innan netøkið. Horisontalt datum er WGS84. Vertikalt datum er lægsta stjørnufrøðiliga fjøra (LAT). Økið er fevnir frá føroysku hav- og landgrunsmørkunum til strandalinjuna, sum hon framgongur í  kortlutfallinum 1:100.000.

Valið  av dýpdum er grundað á eina raðfestingarreglu, har nýggjar dátur verða valdar fram um søguligar keldur  (t.d. uppmátingar frá fleirstrálu-  framum einstráluekkólodd). Síðan verður dýpið næst miðjuna á 50 metra puntinum valt sum dýpi í myndlinum. Er eingin dýpdardáta í 50 metra puntinum verður dýpið ásett við interpolering. Interpoleraðu dýpini eru staðsett í miðjuni  50 metra puntinum. Myndilin er samansettur av 107,4 mió. dýpdarpunkt, harav 17,4 mió. eru mátaðar dýpdir, 87,7 mió. interpoleraðar dýpdir og 2,2 mió. dýpdir frá EMODnet Digital Terrain Model (2024).

Dýpdarmyndilin FODM50_2026 er ikki ætlaður til sigling og má ikki nýtast til trygga sigling og navigatión!

Upprunadýpdardátusettini eru ikki útlutaðar við dýpdarmyndlinum, men eru lýst í hjálparløgunum fyri at veita upplýsingar um keldurnar til havbotnsdýpdardáturnar, sum eru nýttar til FODM50_2026.

Útflýgging
Myndilin er tøkur á https://www.foroyakort.fo/tak-datur-nidur, sum hoyrir undir Umhvørvisstovuna. Dýpdarmyndilin kann takast niður sum GeoTIFF fílur í WGS84/UTM Zone 29N niðurfelling (EPSG:32629).

Myndilin hevur tvey løg:
1. FODM2026_50m_Depth.TIF – Høvuðslagið, sum inniheldur havbotnsdýpdir í metrum.
2. FODM2026_50m_Int.TIF – Hjálparlag, sum veitir upplýsingar um dátukeldurnar, sum annaðhvørt ein-/fleirstráludáta (0) ella Interpolerað/EMODnet (1).

Myndilin er eisini tøkur sum xyz-fílur:
1. FODM2026_50m_Depth.xyz - Høvuðslagið, sum inniheldur knattstøður og tilhoyrandi havbotnsdýpdir í metrum
2. FODM2026_50m_Int.xyz - Hjálparlag, sum veitir upplýsingar um dátukeldurnar, sum annaðhvørt ein-/fleirstráludáta (0) ella Interpolerað/EMODnet (1) og tilhoyrandi knattstøðu.

Treytir og ásetingar
Umhvørvisstovan hevur upphavsrættin til føroyska dýpdarmyndilin. Vinarliga sí treytir og ásetingar.

Viðurkenning
Fleiri dátusett vóru nýtt til at evna myndilin, umframt dýpdardáturnar Umhvørvisstovan hevur savnað umborð á Jákupi Sverra og Andrias Reinert. Fylgjandi stovnar hava útvega týðandi dátusett:

EMODnet Digital Bathymetry (2024), https://sextant.ifremer.fr/record/cf51df64-56f9-4a99-b1aa-36b8d7b743a1/.
Havstovan, www.hav.fo
NOAA, National Centers for Environmental Information (NCEI), https://www.ncei.noaa.gov/maps/bathymetry/
Jarðfeingi, www.jf.fo
Landsverk, www.lv.fo
Kiel University, https://www.uni-kiel.de/en/
British Antartic Survey, https://www.bas.ac.uk/
SHOM Service hydrographique et océanographique de la Marine, https://www.shom.fr/

 

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður