Um Føroyakort

Hendan síðan er staðið, har Umhvørvisstovan, sum er føroyski kortmyndugleikin, leggur góðkendar kortdátur út. Umhvørvisstovan hevur ábyrgdina at tryggja, at kort og dátur eru røtt, og at tey eru tøk, so at øll frítt kunnu brúka upplýsingarnar.
Øll kunnu heinta dátur og kort hiðani niður á egna teldu, ella nýta vevtænastur og stakkort í egnum høpi.
Umhvørvisstovan umsitur frammanundan síðuna kortal.fo. Tann síðan verður nú løgd undir Føroyakort og fer framhaldandi at innihalda upplýsingar um eitt nú matriklar.

Føroyakort er partur av Talgildu Føroyum. Ein av verkætlanunum í Talgildu Føroyum er at talgilda grundardáturnar.
Grundardátur eru almennar, grundleggjandi upplýsingar um Føroyar og føroyingar, savnaðar saman í fleiri áratíggju.
Allar grundardátur verða tøkar og ókeypis fyri øll, so nýtsluvirðið fyri samfelagið alt verður sum størst. Nýtslan kann vera almenn, vinnulig ella til privat endamál.
Grundardáturnar skulu kunna setast saman og nýtast samanhangandi, og tí verður nógv orka løgd í at standardisera og góðskumenna tær. Hesum standa Talgildu Føroyar fyri.

Umhvørvisstovan er ein stovnur undir Vinnu- og umhvørvismálaráðnum, og fevnir stovnurin um virkisøkini umhvørvisvernd, umhvørvisgransking, orkumál og el-veitingareftirlit, viðarlundir og frílendi, kort og geodátur, matrikul, tinglýsing og landsfólkayvirlit.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Umhvørvisstovuna á foroyakort@us.fo ella á tlf. 342400