Vevtænastur

Tú kanst frítt knýta tína skipan til vevtænasturnar, ið tú finnur í talvuni niðanfyri.
Dáturnar verða tá støðugt dagførdar í tínari skipan.

Galdandi brúkstreytir kunnu lesast her.

 

Adressur
Adressur

Um adressur
Umhvørvisstovan umsitur landsadressuskránna í samstarvi við kommunurnar. Skráin inniheldur allar alment galdandi adressur.

Tænastur

Dagføringartíttleiki:

Áhaldandi

Innihald:

  • Húsanr (punkt)
  • Adressueindir (talva)
Bygdir
Bygdir

Um bygdir
Eitt punkt er sett fyri hvørja bygd. Punktini eru sett umleið mitt í bygdini og innihalda navn á býi/bygd, postnr. og oyggj.

Tænastur

Dagføringartíttleiki:

Støðugt, tó sjáldan 

Innihald:

  • Bygdir (punkt)
Bygningar og bygningseindir
Bygningar og bygningseindir

Um bygningar
Bygningar verða dagførdir javnan, og flestu teirra eru uppmáldir ella teknaðir fotogrammetriskt útfrá flogmyndum. Einstakir bygningar eru skitseraðir útfrá projekttekningum ella fráboðanum.

Allir bygningar verða dagførdir, tá nýggj myndakort eru tøk, ella tá nýggir bygningar verða máldir inn.

Ein bygningur inniheldur m.a. byggiár, vídd og endamál.

Fixpunkt
Fixpunkt

Um fixpunktir
Fixpunktir er kategoriseraði í kvalitet og neyvleika. Reyðu punktini eru neyvast og máld í FOTM krossskipanini.

Eisini ber til at síggja eldri punkt máld í FK89 krossskipanini.

Flogmyndir
Flogmyndir
Um flogmyndir
Yvirlit yvir allar flogmyndir tiknar síðan 1958 víst sum punktir. Myndirnar síggjast við at nýta leinkjuna í metadátunum.
 
Flogið varð í:
1958, 1970, 1982, 1983, 1984, 2000, 2002, 2004, 2009, 2016.
Hagar
Hagar

Um Hagar
Her ber til at síggja eitt yvirlit av øllum hagum í Føroyum, m.a. matrikkul nummar og stødd mált í merkur, gyllin og skinn.

Hæddarkurvar (2m)
Hæddarkurvar (2m)

Um 2m hæddarkurvar
Hæddarkurvarnar eru gjørdar úr flogmyndum, frá 2009. Miðalfeilurin á kurvunum er mettur  at vera 0.7m, men í bygdum økjum kann hesin vera størri - serliga í tætt bygdum økjum.

GG: Av tí at tað ikki eydnaðist at fáa myndir av Fugloy, Svínoy og Viðoy í 2009, eru heldur ongar 2m kurvar fyri hesar oyggjar. Víst verður til hæddarmodel (DSM 2017).

Jarðhitaboringar
Jarðhitaboringar

Um Jarðhitaboringar
Tænastan vísur allar jarðhitaboringar í Føroyum víst sum punktir, við 10m og 20m radius sirklar.

Hvørt punkt inniheldur eina lýsing við m.a. dagfesting, dýpd og orkutørv.

Kommunur í dag
Kommunur í dag

Um kommunur
Yvirlitskort av øllum núverandi kommunum og kommunumørkum í Føroyum.

Lendiskort
Lendiskort

Um lendiskort
Lendiskortið er ein lættari útgáva av topografiska kortinum og hóskar væl sum bakgrundskort saman við øðrum dátum.

Tænastur

Dagføringartíttleiki:

Javnan – serliga bygningar og vegir

Innihald:

  • Bygningar
  • Brúksøki (t.d. bygt øki, ítróttarøki, parkeringsøki, o.s.f.)
  • Áir
  • Vegir
  • Oyggjar
  • Strandalinja
Markatalsbygdir
Markatalsbygdir

Um Markatalsbygdir
Yvirlit av øllum markatalsbygdum í Føroyum.

Matriklar
Matriklar

Um matrikulkort
Matrikulkortið inniheldur matriklar og upplýsingar um matriklar.

Matrikulkortið er einans eitt yvirlitskort. Fyri at fáa neyvar upplýsningar um mark, er neyðugt at seta seg í samband við Matrikuldeildina á us@us.fo ella tlf. 342400.

Tænastur

Dagføringartíttleiki:

Dagliga

Innihald:

  • Matriklar (øki)
  • Servituttur (linjur/øki)
Myndakort
Myndakort

Um myndakort
Landsdekkandi myndakort, sum er samansett av loftmyndum frá 2009 og dronumyndum.

Dronumyndir, ið eru av bygdum og býum, verða dagførdar við jøvnum millumbili.

Oyggjar
Oyggjar

Um oyggjar
Tænastan inniheldur allar oyggjarnar, vístar sum einkultar polygonir.

Staðarnøvn
Staðarnøvn

Um staðarnøvn
Staðarnøvn innihalda upplýsingar um staðarnøvn í Føroyum.

Staðarnøvnini eru sett í samstarvi millum fleiri føroyskar og danskar stovnar.

Tænastur

Dagføringartíttleiki:

Sjáldan

Innihald:

  • Staðarnøvn (punkt)
  • Staðarnøvn (øki)
Topografiskt kort - F20 útgáva 1 (1900)
Topografiskt kort - F20 útgáva 1 (1900)

Um topografisk kort
Georefererað topografiskt kort frá 1900.

Topografiskt kort - F20 útgáva 5.0 (2025)
Topografiskt kort - F20 útgáva 5.0 (2025)

Um topografisk kort
Georefererað topografiskt kort frá 2025.

Gevið gætur!
Kortið er einans vegleiðandi. Umhvørvisstovan hevur onga ábyrgd av møguligum villum. Sí annars brúksrætt og treytir her.

Er talan um matrikulkort, ið skal nýtast til vinnuligt endamál, verður tú biðin um at venda tær til matrikuldeildina á Umhvørvisstovuni og biðja um møgulig málibløð.

Tú ert í ferð við at taka niður:
Tak niður